Enn er dystardagurin ikki endaliga ásettur, men greitt er tó, at dysturin í Finlandi verður í viku 6. Hann verður millum LP Salo úr Finlandi og Kanti SchaffHausen úr Schweiz.
Jan Hentze, sum gjøgnum árini hevur dømt væl yvir hálvthundrað altjóða flogbóltsdystir, skal hesa ferð verða annardómari hjá norðmanninum Andreas Myredal, ið verður fyrstidómari.
Challenge Cup-kappingin hjá kvinnum er tann »lítla« steypakappingin hjá europeiska flogbóltssambandinum, CEV, og fevnir um lið, sum eru eitt sindur lægri enn tey, ið spæla í Challenge League- og CEV Cup-kappingunum.










