Tað stóð ikki á hjá strandinginum, Jan Højgaard, at vinda úr øllum kappingarneytunum, tá kapping var í trolbøting í Klaksvík fyri løtu síðan Tilsamans 14 mans bjóðaðu seg fram í kappingini, sum trolvirkið Vónin skipaði fyri á sjómannadegnum í dag.
Sjey net hingu uppi í senn, og tí varð neyðugt við tveimum umførum - við sjey monnum í hvørjum umfari.
Tá allir 14 høvdu roynt seg, var úrslitið, at strandingurin, Jan Højgaard, var kvikastur og fyrstur liðugur við sítt net. Á øðrum plássi kom Marner Sivertsen, og honum á baki og á triðja plássi Petur Martin Sivertsen.
Jan brúkti tíðina 3,39,27, Marner 4,18,17 og Petur Martin 4,58,14 minuttir.
Eini 2-3 net tilsamans vórðu kolldømd av dómaranum, tí arbeiði eftir hansara tykki ikki var nóg væl úr hondum greitt - og ein luttakari gjørdi seg ikki lidnan við sítt, tá hann endaði aftastur í sínum umfari.
Maðurin, sum hevði longstu tíð um sítt net, brúkti 7,47,32 minuttir.
Nú klokkan 16.30 verður togtogan millum skipsmanningar, og klokkan 17 verður kappast um, hvør er sterkastur í sjómanstaki - og klokkan 18 í kelving.
Aðrar kappingar eru eisini á skránni til klokkan 19, tá stórur spenningur er um, hvør verður skjótasti egnarin.