Jan Højgaard: Fiskimaðurin og Útvarpið

Jóhann Mortensen sigur í aftursvari til mín, at teir hvørki stuðla Óla Jacobsen ella Dan R. Petersen. Sum svar til hetta vil eg siga, at um vilji var frá ÚF, so var eg fyri langari tíð síðani sloppin at svara bakbitinum. Men vit fiskimenn eru ikki kløkkir av hesum, tí vit meta, at hetta er ein liður í tí sera ágangandi politikki, sum eitt nú ÚF hevur ført móti okkum fiskimonnum. Hví sigi eg so?

Í áravís hava persónar og samfelagsbólkar lopið á okkum í ÚF, uttan at ein fiskimaður er sloppin at svar aftur. So kann ein spyrja, er hetta trongdskygni ella bevíst frá ÙF? Er hetta góður public service siður? Eitt er so heilt vist, tað er, at fiskimenn føla seg ofta illa viðfarnar í ÚF.
Eg meti enn sum áður, at hetta var eitt tilrættislagt álop á meg persónliga av ÚF og Dan R. Petersen, lærara og varamanni á tingi fyri Javnaðarflokkin. Haldi meg við vissu kunna siga, at Dan R. Petersen hevur tætt tilknýti til ÚF. Tí fekk eg eisini fleiri ávaringar um, at Dan R. Petersen fór at nýta ÚF sum pall í valstríðnum, og at eg fór at blíva útihýstur og verða fyri vanbýti. Hesir spádómar komu til sjóndar, so at siga beinanvegin.
Tað tykist, sum um bæði ÚF og Dan R. Petersen halda okkum fiskimenn verða býttar og gloymskar. Men vit vita, hvat tit standa fyri, og tí fara vit ikki at lurta eftir tykkara propaganda. Tað sær eisini út til, at stórur partur av føroyingum hevur lúrt einvegis tíðundafluttningin hjá ÚF av, tí bara 3,6 % eru væl nøgd við fjølmiðlarnar og har er ÚF tann stóri syndarin.
Vit fiskimenn eru troyttir av at verða hildnir aftur. Vit eru troyttir av at verða lagdir undir bæði líkt og ólíkt, tí ein stórur partur av tí er uppspinn og beinleiðis lygn. Tað vit ynskja, er at fáa ta trygd og løn, vit hava uppiborið fyri tað ómetaliga harða stríði fyri føðilandi, sum hvør fiskimaður útinnur. Tað skal vera nú. Ikki um 3 ár.