Ein av teimum fimm limunum hjá fólkaflokkinum í Klaksvíkar býráði er Eyðstein Ó. Poulsen. Hann er staddur á Flemish Cap umborð á Ågot, og tí er tað so sjálvssagt, at honum ikki ber til at møta á býráðsfundinum, sum verður klokkan 17 í dag.
Fyrsti eykamaður á fólkaflokslistanum í Klaksvík er Erling Petersen. Hann er longu í býráðnum fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum er í farloyvi. Annar eykamaður er Óli M. Lassen, sum hevur boðað frá, at tað ikki ber honum til at møta í býráðnum.
Tí eru boð send eftir Jan Gardar, sum er triði eykamaður. Á býráðsvalinum í 2012 var Jan Gardar nummar átta á fólkaflokslistanum við 62 atkvøðum. Jan Gardar hevur fleiri ferðir áður í hesum valskeiðnum luttikið á býráðsfundum.
Mynd (Gunvá við Keldu): Fólkafloksmanningin á býráðsfundinum í Klaksvík 12. november 2015: Eyðstein Ó. Poulsen, Erling Petersen, Atli S. Justinussen, Jan Gardar og Gunvá við Keldu.









