B36 hevur sett 57 ára gamla sumbingin, Jan Poulsen, sum stjóra í felagnum. Hann skal samskipa dagliga virksemi í felagnum, sigur B36. Jan Poulsen er løgreglumaður og arbeiðir dagliga sum leiðari. Hann er hjálparvenjari hjá Betri kvinnum og nú eisini í parttíðarstarvi sum stjóri í B36.
- Eginleikarnir at varnast smálutir, vera fyrireikaður og at altíð vera eitt stig frammanfyri avbjóðingina, hevur hann sum fá. Hann skal nú stjórna dagliga samskiftið fyri felagið, sum við árunum einans er vorðin ein vaksandi uppgáva, skrivar B36.
Nógvar praktiskar uppgávur fylgja við starvinum, men við einum væl skipaðum stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum hjálparfólkum, venjarum og nevnd at verða lættari og til reiðar at fara undir.
- Jan skal syrgja fyri, at B36 maskinan altíð er væl smurd, og at hon koyrir uttan íhald, skrivar B36 at enda.