Vørumessan 2002
Stóra og vælumtókta sølustevnan, sum ber heitið Vørumessan 2002, fór av bakkastokki í Ítróttarhøllini á Hálsi gjáramorgunin kl. 10. Tað var Jan Christiansen, býráðsformaður í Havn, sum setti stevnuna.
Tilsamans 36 heilsølur og fyritøkur annars eru við á stevnuni hesaferð, og eins og undanfarin ár, er nógv gjørt burtur úr, soleiðis at framsýnarar og umboð fyri handlar, sum vitja, skulu fáa mest møguligt burtur úr.
Hetta er ein stevna, sum í allar mátar kann metast við aðrar tílíkar stevnur uttanlands, hóast hon ikki er líka stór sum tær størstu, vit hava sæð uttanlands.
Allar vørur
Í Ítróttarhøllini á Hálsi verða allar møguligar vørur sýndar fram og tað einasta, sum bert í lítlan mun er umboðað í øllum úrvalinum, er klædnavørur. Her er tað bara Sirri sum er hevur bás. Tøting í Gøtu plagdi eisini at verða við, men tey eru ikki við hesaferð.
Vørumessan 2002 læt upp fríggjamorgunin kl. 10 og var opin til kl. 19. Í dag letur sølustevnan uppaftur kl. 10 og opið verður aftur til kl. 19. Sunnudagin verður opið millum kl. 13 og 18, tá ið Vørumessan 2002 letur aftur.