Jan C. Dam knæskaddur

Verjuveteranurin varð skaddur undir venjing í Belgia, og ivasamt er, um hann verður á vølli hesu megin summarfrítíðina

 

Fótbóltur


Tað kom sera illa við hjá B68, tá ein av royndastu spælarunum hjá teimum noyddist at geva avboð til Intertoto Cup dystin í Lokeren í Belgia. Og tað var ikki minst harmuligt, at óhappið, sum hevði avboðið við sær, kom fyri undir venjing.

Lokeren eigur fýra fínar venjingarvallir. B68 vandi á einum av hesum vallunum í góðveðrinum hósdagin. Undir venjingini vóru spælararnir býttir í tveir partar. Tá var tað so óheppið, at Jan C. Dam og ein av hinum toftamonnunum ? teir vóru í sama parti! ? brustu saman, og Jan Dam lá eftir á.

Toftamenn høvdu fysioterapeut við í Belgia. Øssur Steinhólm hugdi at skadda manninum, og tað var so skjótt, at tað var staðfest, at liðbondini í knænum vóru toygnað, og at eingin møguleiki var fyri, at Jan C. Dam kundi spæla ímóti Lokeren. Tað var sjálvandi ein dyggur smeitur. Jan C. Dam hevur spælt 39 landsdystir, og hann hevur fleiri ferðir áður roynt seg í Europa Cup. Jan sat á beinkinum undir dystinum, og navnið á honum var á dómaraseðlinum, men tað var eingin møguleiki fyri, at hann kundi spæla við.

Í gjár skuldi Jan C. Dam fara til lækna. Men á Toftum høvdu teir einki mót um, at hann verður tøkur í annaðkvøld, tá B68 skal spæla útsetta dystin í Gøtu. So verður spurningurin, um veteranurin verður tøkur, tá B68 sunnudagin fær vitjan av KÍ, ella um hann yvirhøvur verð førur fyri at spæla, áðrenn B68 um smáar tvær vikur fer í heilt stutta summarfrí.