Jan aftur í luftina eftir 30 ár

30 ár eru liðin síðani Jan Müller sendi útvarp á Bryggjubakka í Havn. Í dag klokkan 15.05 fer Jan aftur í luftina sum vertur í sending, sum verður send úr Klaksvík Jan Müller er kendur sum tann virkni blaðstjórin á Sosialinum, og hann dugir sanniliga at svara fyri seg, tá ið hann verður spurdur um okkurt í eitt nú útvarpssendingum.

Fyri 30 árum síðani var Jan í praktikk í Útvarpinum, sum tá sendi av Bryggjubakka í Havn, og síðani hevur Jan ikki verið vertur í útvarpssending. Tað verður hann aftur í dag, tá ið hann fer at senda seinnapartssending úr Pegasus í Klaksvík.

Jan fer millum annað at tosa við fuglfirðingin, sum er skúlastjóri í Klaksvík. Landskendur rocksangari hevur rundan dag og vitjar í studio, og nýtt verður eisini at frætta um fótbólt og hondbólt í Klaksvík.

Jan Müller er vertur í seinnapartssendingini á Rás 2 frá kl. 15.05 í dag.