Leygarkvøldið kl. 22.00 skipar Klaksvíkar Tónleikarafelag fyri einum tiltaki í Spaniastovu í Klaksvík, sum verður nevnt JólaJam. Klaksvíkar Tónleikarafelag skipaði í fjør fyri líknandi tiltaki Tollaksmessukvøld, og tað var sera væl mótikið, umleið 100 fólk møttu hetta kvøldið.
Eins og í fjør, tá í Signar í Homrum og Døgg Nómsgjógv vóru boðin við, bjóðar Tónleikarafelagið aftur í ár tónleikarum og sangarum, sum ikki eru úr Norðoyggjum, við leygarkvøldið. Í ár er Eysturoyggin væl umboðað. Albin Rasmussen og Búgvi Johannesen eru tveir evnaríkir tónleikarar og sangararar, sum vit gleða okkum nógv til at hoyra. Eisini kemur hin fløguaktuelli eysturoygurin Jógvan Joensen, sum vit øll kenna frá X-Factor, at spæla og syngja løg av nýggju EP fløguni.
Umframt avbygdagestirnar fara lokalir tónleikarar eisini at spæla og syngja. Teir verða: Steintór Rasmussen, Hallur Joensen & Beddi Hansen, Olvheðin Jacobsen, Lilja Jacobsen, Alvin Ellebye Andersen, Signa Andersen, Danny And The Veetos, Dánjal Kjærbo & Jógvan Fróðin Baldvinsson og Eyðun Nolsøe & Karl Martin Samuelsen.
Eisini fer borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, at siga nøkur orð.
Felags fyri øll, ið luttaka, er, at tey syngja og spæla ókeypis og eru á henda hátt við til at stuðla felagnum.
Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast við inngongdina í Leikalund leygarkvøldið frá kl. 21:00, og tá fara Helga Gerðalíð og sonurin Pætur Gerðalíð at spæla hugnaligan jólatónleik inni í Leikalund frá kl.21:15 til 21:45.