Tiltøkini hava verið væl umtókt, men hava ferðast kring býin. Seinastu tíðina er tað Cleopatra, ið hevur lagt høli til jammini, men nú tekur Kaggin yvir. Heðin Ziska Davidsen frá Havnar Jazzfelag sigur, at felagið hevur valt at broytt mannagongdina eitt sindur. – Ofta vóru tað tey somu fólkini, ið jammaðu, fyri at skapa eitt sindur av útskifting, hava vit nú valt, at ein ábyrgdarpersónur tekur sær av tónleikinum í ein mánað, síðan tekur ein annar yvir, hesin skaffar so bólk hvørt kvøldið og tílíkt, greiðir Heðin frá. Fyrsta mánaðin hevur hann ábyrgdina.