Jamie Vardy skrivar aftur søgu

Er tann bert fimti spælarin í søguni, sum er besti spælarin mánað um mánað í Premier League

Framherjin hjá Leicester City, Jamie Vardy heldur fram við at skriva søgu.

 

Fyri stuttum gjørdist hann tann fyrsti í Premier League søguni, sum skoraði í 12 dystum á rað, og nú er hann bert ein av fimm spælarum í Premier League søguni, sum hevur verið valdur til "besta spælaran hendan mánaðin", tveir mánaðir á rað.

 

Framúrskarandi avrikini hjá Jamie Vardy, har hann ikki bara skorar, men eisini leggur upp til mál fyri Leicester City hava elvt til, at Jamie Vardy er valdur til besta spælaran í Premier League í bæði oktober, og í november.

 

 

 

Bert fýra fótbóltslegendir hava megnað hetta áður í Premier League søguni, og eru hinir fýra hesir :

 

Robbie Fowler, Liverpool (desember 1995 og januar 1996)

Dennis Bergkamp, Arsenal (august og september 1997)

Cristiano Ronaldo, Manchester United (november og desember 2006)

Harry Kane, Tottenham (januar og februar 2015)

 

So er at bíða um Jamie Vardy fer at gerast besti spælarin í desember eisini, og fer harvið at taka enn eitt met í Premier League. Ótrúligt, tá ein hugsar, at maðurin spældi í ensku 8. deild fyri fáum árum síðani.