Hollywood stjørnan, Jamie Foxx, hevur nú víst Hans Fróða Hansen áhuga, og hann vil hava Hans Fróða at skapa ?Jamie Foxx Grooming Brand?. -Áhugin hjá Jamie Foxx kom eftir, at hann hevði sæð Below Your Belt og vørurnar hjá okkum, sigur Hans Fróði Hansen.
Enn er eingin endalig avtala gjørd, men samráðingar eru í gongd millum Hans Fróða Hansen og Jamie Foxx.
-Eg havi tosað við Lloyd fleiri ferðir, sum stýrir hansara management og áhugin er sera stóra hjá teimum at fáa meg at skapa Jamie Foxx Grooming Brand. Tað eru tríggjar aðrar fyritøkur í USA, sum vilja sleppa at skapa hetta hjá Jamie Foxx, sigur Hans Fróði Hansen.










