Tá danska sangkappingin hjá Danmarks Radio, X-Factor, aftur verður at síggja á sjónvarpsskíggjanum, kunnu vit enn einaferð vænta at síggja føroyskar luttakarar. Ein av teimum mongu, vónaríku sangarunum, sum í summar var til eitt sokallað pre-casting, er kendi tónleikarin James Olsen. Hesin fyrsti parturin av upptøkuroyndunum gekk so mikið væl, at hann nú er valdur út at vera við í X-Factor Audition, har hann framman fyri teimum trimum dómarunum, upptøkutólum og eini 500 áhoyrarum skal syngja fyri at veruliga kunna byrja sítt X-Factor ævintýr.
James ætlar sær langt
Tíðliga í summar sendi James ein teldupost til Danmarks Radio, har hann boðaði frá, at hann vildi luttaka í komandi X-Factor. Sjálvur heldur hann, at hann hevur tað, sum skal til fyri at koma langt í kappingini og møguliga gerast vinnari.
- Eg havi sum so nógv onnur fylgt við í undanfarnu sendingum, og út frá tí eg havi sæð, so haldi eg avgjørt, at eg havi tað, sum skal til fyri at klára meg væl í X-Factor, sigur James Olsen. Endamálið við luttøkuni er púra greitt.
- Eg havi verið innan tónleikavinnuna í nógv ár. Eg havi spælt saman við óteljandi føroyskum og útlendskum sangarum og verið við á nógvum fløgum, men eg havi ongantíð veruliga verið høvuðspersónurin og forsangari, greiðir James frá og heldur fram:
- X-Factor er ein góð lopfjøl til at vísa, hvør mann er, og hvat mann dugir. Klárar tú teg væl í kappingini og endar í topp trý, eru útlitini rættiliga góð, fyri at tú kanst fáa ein plátusáttmála, og tað er tað, eg vil, sigur James. Hóast hann fyrst og fremst er kendur sum trummuspælari í Føroyum, hevur hann eisini altíð fingist við sang.
- Fyrstu ferð eg stóð á palli var í SMS-kappingini í 1980, tá eg var 10 ára gamal. Líka síðani hava eg sungið, hóast tað ikki hevur verið sum forsangari. Nú vil eg fegin royna meg sum sangara, tíðin er tann rætta, og tí luttaki eg í X-Factor.
Drúgvar upptøkuroyndir
Vegurin til stóra pallin á spælistaðnum Vega, har upptøkurnar til X-Factor Audition fara fram, hevur verið rættiliga drúgvur. Í summar var James til ta fyrstu upptøkuroyndina, sum verður kallað pre-casting, har hann eitt nú skuldi syngja fyri starvsfólkum hjá DR, var til ymiskar samrøður og skuldi eisini royna seg framman fyri upptøkutólinum.
- Eg veit ikki hvussu nógvar tímar, eg stóð í kø, tí har vóru ótrúliga nógv fólk, sum høvdu meldað seg til hesa pre-castingina. Vit blivu send inn í ymisk høli í stóra bygninginum, har hesin parturin av upptøkuroyndunum fór fram, og hvørja ferð stóðu vit rættiliga leingi í kø, sigur James, sum kláraði seg væl til drúgvu pre-castingina.
- Millum annað sang eg fyri tveimum DR-fólkum, sum skuldu meta um mín sang. Tað gekk væl, og eg og tann eini av hesum fólkunum prátaðu leingi aftaná og skemtaðu. Hann segði, at sjálvandi skuldi eg víðari, og tað var eg glaður fyri at hoyra, greiðir James frá, sum longu hevur skrivað undir eina serliga avtalu við DR.
- Har bleiv eisini tikin mynd av mær, og eg prátaði eisini við ein journalist, har eg greiddi frá, hvør eg eri, og hvørjar royndir eg havi við tónleiki. At enda skrivaði eg undir ein serliga sáttmála, sum millum annað snýr seg um reglurnar í sambandi við tagnarskylduna, sum vit luttakarar hava.
Skal syngja U2-sang
Til pre-casting sang James kenda sangin hjá U2, ið eitur “I Still Haven´t Found What I´m Looking For.” Hetta verður eisini sangurin, sum James fer at syngja, tá hann tann 8. oktober skal syngja fyri Thomas Blachman, Anne Linnet og Ida Corr, sum eru dómararnir í hesum umfarinum av X-Factor.
- Orsøkin til at eg havi valt at framføra við tí sanginum, er heilt einfalt tann, at tað er ein sangur, ið mær dámar væl, og harafturat havi eg sungið hann nógv, sigur James. Tað er tó ikki víst, at vit bara fara at síggja og hoyra James framføra hendan sangin, tí hann er biðin um at fyrireika heili fýra sangir, sum hann skal kunna framføra til X-Factor Audition.
- Nú skal eg senda teimum eina fløgu, har bara tónleikurin til sangirnar er á, og tað verður so tað, eg skal syngja til, tá eg skal til upptøkuroyndina um tvær vikur, greiðir James frá. Hann hevur góðar vónir um, at tað fer at gangast sær væl til X-Factor Audition, og møguliga kunnu royndirnar sum trummuspælari hjá tí eina dómarinum verða ein fyrimunur.
- Eg havi spælt saman við Ida Corr niðri í Danmark, so hon veit, hvør eg eri. Spurningurin er so, um tað er ein fyrimunur ella vansi, tá eg skal syngja handan mánadagin í Vega, sigur James. Líka mikið hvussu leikur fer, so ivast James ikki í, at hann kann fáa nógv burtur úr X-Factor luttøkuni.
- Umframt at kunna fáa samband við tey røttu fólkini innan tónleikavinnuna, so havi eg longu nú lært, hvussu eitt konsept sum X-Factor verður gjørt, og at tað ikki einans snýr seg um talent. Tín persónur og tað, tú kanst fortelja, hevur minst líka so stóran týdning, sigur James, sum eisini er greiðir yvir, at kemur hann langt í kappingini, fara fjølmiðlarnir at grava í hansara fortíð.
- Tað taki eg, sum tað kemur, og eg eri fullgreiðir yvir, at hatta er ein partur av tí. Men tað mesta um meg og mítt lív hevur longu verið frammi í Føroyum, so eg vóni sjálvandi, at tey eisini hava áhuga í mínum tónleikalívi og ikki einans privatlívinum, sigur James.