Ein Lotus bilur frá James Bond filminum ?The Spy Who Loved Me? er seldur á eini uppboðssølu í London fyri eina millión krónur. Talan er um annan av teimum báðum ensku Lotus Esprit, sum enski sjónleikarin Roger Moore koyrdi í filminum ?The Spy Who Loved Me? í 1977. Í filminum varð bilurin broyttur til ein sonevndan amfibie bil, sum eisini kundi koyra í sjónum.
Keyparin var ein amerikanskur Lotus- og James Bond fan, sum keypti bilin til sítt egna privata savn í Atlana í Georgia, skrivar BBC.
Nummarplátan AU1 frá James Bond-filminum ?Goldfinger? varð eisini sett til sølu á uppsboðssøluni, men hon varð ikki seld. Roknað varð við, at hon kundi seljast fyri millum hálva millión og 900.000 krónur.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum