James Blunt heldur fast í ovastu rók á fimtan teimum bestu. Hóast Høgni Lisberg vann planetina fyri bestu fløgu, meðan Blunt, ið var í uppskoti til planetina fyri besta útlendska navn, ikki megnaði at vinna, so er Blunt við yvirlutan á 15 teimum bestu. Aftur hesa vikuna liggur lagið Goodbye my lover á ovastu rók.
Høgni í snoddaði eftir fyrsta plássi í seinastu viku, er dottin eitt pláss til triðja pláss, meðan nýggja lagið á øðrum plássi er Advertising Space hjá Robbie Williams. Høgni eigur einasta føroyska lagið í top fimm, Kelly Clarkson og Black Eyed Peas liggja ávíkavist á fjórða og fimta plássi.
Føroyskt danski bólkurin Amazon Air kom beinleiðis inn á níggjunda pláss á 15 teimum bestu hesa vikuna. Lagið Beacause Tonight er fallið væl í smakkin hjá føroysku útvarpslurtarunum.
Hin føroyskt danski bólkurin á listanum Fuzzphase er dottin enn eitt pláss hesa vikuna. Bólkurin og kom brakandi inn á fimta pláss fyri tveimum vikum síðan, men datt beint niður á ellinta pláss í síðstu sending.
Annars gongur eitt sindur misjavnt hjá føroysku bólkunum á listanum. Poppkorn og Droymi mitt um dagin er kropið trý pláss uppeftir listanum á sjeynda pláss. Meðan Grannin hjá Páll Finnur Páll er farin heili sjey pláss aftur á trettanda pláss. Petur Pólsson og vinmenn syngja aftur hesa vikuna um Timburmenn á fjúrtanda plássi.
Aftur hesa vikuna er eitt føroyskt lag ímillum eykaløgini, talan er um 17 ára gamla hip hopparan Thor Simonsen og heitislagið av fløguni Back it up.