Jamen, hví øsir Høgni Hoydal seg upp?

Spurningurin er, hví HH øsir seg so upp um eina viðmerking, sum eg skrivaði um túrin hjá Jørgen Niclasen í Íslandi? Hvørji eru ørindi hansara? Loyvt er at spyrja, tí har man liggja meira aftanfyri, enn mínar smáu viðmerkingar

Fyrst má eg siga, at tað er løgið, at hann brúkar ein tiltaluform, eins og hann yvirhøvur ikki kendi meg. ”Ein, ið nevnir seg Rolf Guttesen…” Tað er ikki meira enn nakrar vikur síðani vit møttust úti á Reyni, hann tosaði um lásasmiðir, eg fortaldi honum um byggiháttin við bindingsverk og flensburg-steinum í Egholmshúsi í Reynagarði, vit stóðu beint undir. Eg trúði tá, at hann visti, hvønn hann tosaði við. Eg havi kent Høgna síðan hann varð føddur.

 

Spilla út, ótespiligt?

Eg kallaði Jørgen Niclasen óroyndan, og tað er hann. Nýggjur sum floksformaður, og nýggjur sum landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Eg kallaði hann lærling, og einki ilt er í tí. Ein lærlingur hevur – sum oftast – evnini og hugin at læra. Kanska síggja vit Jørgen sum útlærdan svein um nøkur ár?

 

Politikarar eru og vilja gjarna vera almennir persónar

Eg havi ”spilt navngivin og ónavngivin tjóðveldisfólk út”. HH man vera blivin nakað fíntfølandi eftirhondini. Eg havi kritiserað politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum. At man so noyðist at nevna persónar, sum bera politikkin fram, tað kann ikki vera ”útspilling”. Tað má vera so, at fólk, sum alment fara upp í politikk, arbeiða, skriva og tala fyri hesum, tey mugu vænta og tola at fáa aftursvar. Politikkarar eru almennir persónar, og royna sjálvir – sjálvandi – at blíva so ”almennir” sum gjørligt.

Eisini er tað loyvt at viðgera søguligar persónar, sum hava ført seg fram. Nøvn, sum hava borið ein politikk fram. Annars kann man ikki ”læra av søguni”, sum er ein vanligur og skilagóður talimáti. Eg havi ikki útspilt ”fólk, ið eru farin higani av fold”. Tað sum helst pínir HH er, at eg fyri einum tveimum árum síðani vísti á, at Jóannes Patursson í 1930-num hevði tætt samband við fascistiskar bólkar í Norra, millum annað við Adolf Hoel. Og tað kann dokumenterast!

 

Eg havi ikki spilt íslendsku tjóðina út

HH tekur ”frástøðu frá hesi útspilling av .. íslendsku tjóðini”. Nei, nú dugi eg slett ikki at fylgja við. Eg havi skrivað um íslendskan politikk, og sendistovurnar. Eg fari at biðja harra Hoydal greiða lesarum frá, hvar og hvussu eg havi spilt íslendsku tjóðina út. Tað kundi aldri fallið mær inn.

 

Ikki skilagott við sendistovum í íslendskum hølum

Ørindi míni vóru at siga, at tað ikki er skilagott at hava sendiumboð í somu stovu, sum eitt fremmant land. Eitt annað suverent land, sum hevur síni áhugamál at røkja. Eitt land, sum Føroyar stríðist við, bæði um tilfeingið í havinum, og um sølumarknaðir. Eitt er í veitslutalum at røða um ”brøðratjóðir”, annað er at tryggja egnar strategiskar interessur.

 

Politiskt neyðarróp frá Høgna Hoydal

Men hví øsir HH seg upp og forsvarar ein landsstýrismann úr Fólkaflokkinum? Mín vurdering gongur tann vegin, at hetta er eitt politiskt neyðarróp frá HH. Hann er politiskt í dýrastu neyð.

Hansara fullveldislandsstýri saman við Anfinn Kalsberg, spældi fallitt. HH bleiv kasseraður av Anfinni.

CHE-landsstýrið saman við Jóannes Eidesgaard spældi eisini fallitt. HH bleiv koyrdur við skoðsmálinum: óálítandi.

 

Tjóðveldi í politiskari oyðimørk

Kasseraður tvær ferðir, av bæði høgra og vinstra er ein politisk katastrofa fyri HH persónligt. Ikki minst tí fólk í flokkinum duga at síggja, at skal Tjóðveldisflokkurin aftur sleppa upp í part, so skal ein nýggjur formaður til.

HH berjist fyri sínum politiska lívi. Tí krøkir hann seg upp í Fólkaflokkin, sum í løtuni hevur ”ein óroyndan lærling” sum formann.