Jamaika vitjar Kanada á Tvøroyri

Fyrst eru tað suðringar, síðani jamaikanarar og til seinast klaksvíkingar, sum fara at rokka Tvøroyri leygarkvøldið.

 

Tiltakið Ein dagur uppi í Kanada byrjar við einum gongutúri á Válinum, síðani verður dansur á Tvøratungu og so byrja konsertirnar.

 

Fyrst á pallin kemur ein røð av suðringum. Asyllex við sínum harða trash metal tónleiki, síðani Evi Tausen við síni country-rødd, áðrenn Tróndur Enni og Lív Næs skulu syngja saman.

 

Klokkan 21 byrjar harði tónleikurin aftur, tá Hamradun trínur á pall, áðrenn tað heilt stóra og einasta útlendska navnið skal spæla. Inner Circle settu sín dám á ein stóran part av nítiárununum við sangum sum Bad Boys og Sweat.

 

Við fullari manning av Jamaika trína teir á pallin klokkan 22.45. Aftan á er tað Eyðun Ásason, sum ger comeback á pallinum, eftir at hava verið burtur frá tónleikalívinum í eina tíð.

 

Aftan á felagssangin sleppa norðingarnir so endiliga framat. Fyrst er tað Eyðun Nolsøe, áðrenn klaksvíksbólkurin Dynamit, við Shaky og Niklas Hera, fara at spæla frá klokkan tvey til tann ljósa morgun.

 

Veðurforsøgnin batnar í hvørjum, so vónirnar fyri einum góðum upplivilsi á Tvøroyri eru góðar.