Í politiska valmeldrinum verða nógv føgur orð havd á lofti. Mín vón er, at orð verða hildin og verða víst í verki!
Javnaðaraflokkurin hevur manga ferðir fyrr víst á, at virðismiklasta tilfeingið er fólkið, okkara vitandi og virkisfúsa fólk. Hetta gera vit somuleiðis til hetta fólkatingsval!
Ongantíð fyrr hevur tað verið so altavgerandi, at alt fólkið hevur bestu møguleikar til útbúgving og menning – bæði í Føroyum og uttan fyri Føroyar.
Forðingar, sum í dag virka sum læstar hurðar, mugu beinast av vegnum. Vit mugu t.d. fáa lut í undirvísingar-, og granskingasamstarvinum í ES. Hetta eru sjálvsøgd mannarættindi í einum modernaðum samfelagi.
Tað er ótrúliga týdningarmikið, at Javnaðarflokkurin við sínum royndum at tamba heimastýrislógina og við síni altjóðasamhaldsfesti grundhugsjón - kemur at manna annan av fólkatingssessinum. Vónandi fara vit, saman við einum kvinnuligum sosialistiskum stjórnarleiðara í Danmark at megna at samstarva á slíkan hátt, at ítøkilig úrslit spyrjast burturúr. Har politiskir trupulleikar verða tulkaðir sum spennadi og mennandi arbeiðsuppgávur, ið skulu loysast og verða fólkinum at gagni.
Góður trivnaður og gott samstarv krevur ein opnan og virðiligan dialog. Tað er tí so týdningarmikið, at fólkavald umboð okkara á fólkatingi – klára at rúma áskoðanir, mentanir og lívsvirði, sum liggja uttanfyri eins egnu verð.
Also at vit velja fólk, sum klára at taka avgerðir, sum røkka fram um eins egnu tíð.
Hetta hava javnaðarumboðini á fólkatingi prógvað fyrr.
Latum okkum gera tað enn einaferð.
Gott javnaðarval øll somul!