In.fo hevur fyrr skrivað, at Alexandar jovevic og Jákup Mikkelsen er favorittar at verða nýggja venjaratroymið hjá ÍF, ið er einasta liðið í Effo-deildini, sum ikki hevur sett venjaran fyri komandi kappingarár.
Les eisini: Bara ÍF manglar venjara
Jákup Mikkelsen, sum nú endaliga hevur lagt handskarnar á hillina, váttar nú fyri in.fo, at hann hevur fingið bjóðað starvið sum hjálparvenjari hjá ÍF. Tó hevur hann ikki tikið avgerð um tað er tað hann vil.
- Eg havi fingið møguleika fyri at verða hjálparvenjari hjá ÍF, men eg havi ikki tikið støðu enn. Eg havi brúkt og fari at brúka nakrar dagar at hugsa meg um. Eg kundi eisini hugsa mær at gjørt meiri við málmansvenjingina. Tað er har eg havi mína styrki, og tað er har eg føli at eg kann geva nakað frá mær, sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup er í hesum døgum við landsliðshópinum, sum er ávigs til Grikkalands. Hann er málmansvenjari hjá landsliðnum.