Jákup Thomsen vunnið kapping í Meksiko

Jákup Thomsen og liðfelagarnir í FC Midtjylland vunnu í dag kapping í Meksiko, har onnur kend europeisk lið eisini luttóku

Jákup Thomsen við nummar 10 á troyggjuni.

U-18 liðið hjá FC Midtjylland, sum hevur føroyska U-21 landsliðsleikaran, Jákup Thomsen í hópinum, hevur hesa seinastu vikuna verið á venjingarlegu í Meksiko.

 

Á venjingarleguni hevur FC Midtjylland eisini luttikið í suður amerikansku kappingini, Copa Chivas, sum er ein altjóða kapping við feløgum frá bæði Evropa og Suður Amerika.

 

Fyri Jákup Thomsen og FC Mittjylland eydnaðist kappingin framúr væl. FC Midtjylland spældi í dag finalu í kappingini móti kenda argentinska liðnum, Boca Juniors, og FC Midtjylland vann finaluna 2-1, og harvið eisini Copa Chivas kappingina.

 

Jákup Thomsen hevur verið týdningarmikil partur av liðnum hjá FC Midtjylland alla kappingina, og byrjaði eisini inni í finaluni í dag. Hann spældi fyrstu 65 minuttirnar, og var í tí eina førinum eisini nær við at koma á máltalvuna.

 

Jákup Thomsen kom á máltalvuna tvær ferðir í kappingini. Hann skoraði ímóti meksikanska liðnum, Chivas, umframt brasilska liðnum, Palmeiras.

 

Tvey onnur europeisk lið luttóku eisini í Copa Chivas kappingini. Tey vóru Tottenham og Benfica.  

Jákup Thomsen við nummar 10 á troyggjuni.

Jákup Thomsen við nummar 10 á troyggjuni.

Jákup Thomsen við nummar 10 á troyggjuni.

Jákup Thomsen við nummar 10 á troyggjuni.

Jákup Thomsen við nummar 10 á troyggjuni.