Jákup Sverri komin aftur av Føroyabanka

Stundisliga í morgun kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri aftur av Føroyabanka, og um vikuskiftið verður aftur skipað fyri Føroyabankakvøldum.

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er í morgun komin aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt heyst yvirlitstrolingar. 

 

Regluligu vár-og heysttúrarnir á Bankanum eru altíð spennandi, og soleiðis hevur eisini verið hesaferð.

 

Tóvað verður á somu leiðum ár um ár og farið verður víða um. Yvirlitstrolingarnar hava til endamáls at kanna, hvussu vorðið er við eitt nú toski, hýsu og upsa.

 

Havstovan brúkar úrslitini sum part av sínum stovnsmetingum.

 

Í fleiri ár hevur nógv og góð hýsa verið at fingið á Føroyabanka, men tað hevur víst seg, at tað tekur longri tíð hjá toskinum at koma fyri seg aftur.

 

Og tó.

 

Kanska eru onkrar ábendingar um, at tað gongur rætta vegin við toskinum. Fiskurin á Føroyabanka er í góðum holdum og sum skilst er toskurin, sum Jákup Sverri hevur fingið á hesum túrinum, sera væl fyri.

 

Tá ein slíkur túrur á Føroyabanka er lokin, verður túrurin greinaður, og ein túrafrásøgn skrivað. Sum skilst, hevur Jákup Sverri hesaferð fingið væl av hýsu og øðrum fiskasløgum - men eisini eitt sløð av stórum og góðum toski. 

 

Tey, sum eru Føroyabanka-fjepparar og hava hug at royna fantastiska fiskin av Bankanum á Barbaru Fish House, kunnu nú eisini gleða seg, tí nú verða aftur Føroyabankakvøld á hugnaligu matstovuni í Havn.

 

##med2##

 

Johan Mortensen, íverksetari, sum saman við John Mikkelsen í Áarstovu eigur hugskotið til Føroyabanka-dagarnar, fegnast um stóra áhugan, sum eisini hesaferð er fyri Føroyabankakvøldunum á Barbaru.

 

- Nú kunnu fólk gleða seg til kvøldini, 16.-18. september, nevniliga fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið í vikuni. Áhugin er stórur og tey, sum kundu hugsað sær at roynt fiskin av Føroyabanka, eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin.

 

Íverksetarin veit at siga, at tey, sum ynskja at fáa lut í hesum fantastiska tilfeingi av Føroyabanka, eiga at bíleggja sær borð sum skjótast.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at bankatoskurin, sum Johan Mortensen í morgun stendur við á hesi myndini, vigar næstan 20 kilo - ein sera flottur toskur og fiskur, sum vit føroyingar eiga á Føroyabanka.

 

In.fo fer at venda aftur til túrin hjá havrannsóknarskipinum á Føroyabanka.

 

Hesin er bæði stórur og væl í holdum - og vektin táttar í eini 20 kilo.