Jákup Reinert Hansen fer at greiða frá á Toftum

Tá ársaðalfundurin verður í Fornminnisfelagnum nú klokkan 16 í dag, fer Jákup Reinert Hansen, lektari, at greiða frá.

Í dag, leygardagin hin 9. mars klokkan 16, verður ársaðalfundurin hjá Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hildin í eldrasambýlinum, Vesturskin á Toftum.

 

Fundurin verður hildin í Tilhaldinum, og skráin fyri ársaðalfundin er sambært lógum felagsins. 

 

Jákup Reinert Hansen, lektari, fer at greiða frá um evnið, hann rópar "Tann hóskandi lestrarbókin” við undirheitinum "Orðaskiftið millum føroysku prestarnar í 1846".

 

Á ársaðalfundinum verður eitt kaffimunnur, eins og her verður høvi til gott og hugnaligt prát.