Jákup Ósá: KÍ eigur at fáa minst javnleik móti B36 (FM1)

(FM1) Hoyr fótbóltsskrivaran hjá bolt.fo og nordlysið.fo meta um 25. umfar í Betrideildini

##med2##

 

B36 hevur mangan vunnið á KÍ í hesari øldini, men gongdin í hesum kappingarárinum vísa, at KÍ eigur at fáa minst javnleik ímóti B36 við Djúpumýru í annaðkvøld klokkan 18. Tað heldur fótbóltsskrivarin hjá bolt.fo og nordlysið.fo, Jákup Ósá sum var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.

 

Jákup Ósá metti eisini um 25. umfar í Betrideildini:

 

Leygardagin klokkan 15: EB/Streymur-TB

 

Leygardagin klokkan 16.30: HB-B68

 

Leygarkvøld klokkan 18: KÍ-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 15: NSÍ-07 Vestur

 

Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Jákup Ósá.