Jákup og teir gjørdu øllum spádómum til skammar

Við framúr hugburði hevur B68 vunnið í Runavík og harvið sloppið sær undan niðurflyting

Tað var lagt upp til NSÍ favorittsigur og B68 niðurflyting í grannauppgerðini við Løkin. Skemtingarsomu innanfólkini hava í vikuni argað við, at tá ið kvinnuliðið um vikuskiftið varð fagnað við fýrverki fyri at hava vunnið greipuna, so goymdu tey í gula leguni eitt sindur. Tað skuldi brennast av í dag, tá ið NSÍ hevði vunnið, og B68 fór út aftur um Rókina við niðurflyting í viðførinum. Eitt av álvara takk fyri seinast, tí tað var eftir grannauppgerð fyri tveimum árum síðani og B69 sigur við Løkin, at tað var greitt, at NSÍ var flutt niður.

 

Men í dag gekk tað heilt øðrvísi, enn tað varð roknað við. B68 vann 3-1 ímóti NSÍ, og sigurin ber við sær, at B68 eisini í 2025 verður í bestu deildini, og sigurin var ógvuliga passaligt farvæl til Jákup á Borg, sum nú gevst sum venjari á Svangaskarði.

 

Toftamenn høvdu knívin á barkanum, og hjá teimum snúði tað seg um lív ella deyð.

 

Hjá NSÍ var tað greitt, at fjórða plássið var tryggjað.

 

Og tað sást á avrikunum, hvør tað var, sum hevði nakað at spæla um, og hvør tað var, sum einki hevði at spæla um.

 

Við ógvuliga væl upplagda Bartal Páll Klein á odda og blaðunga Jákup Reinert Højgaard sum ábyrgdarmanni á beinkinum, tí Jákup á Borg var leikbannaður, sum ábyrgdarmanni á beinkinum, vísti B68 fínan hugburð. Toftamenn vunnu taklingarnar, og runnu fleiri metrar enn mótstøðumenninir, meðan NSÍ spælararnir vóru frustreraðir, eftir at Tórður Thomsen í tveimum førum hevði bjargað.

 

Heilt stóra søgan hjá B68 er 18 ára gamli Bartal Páll Klein. Tað hevur verið nógv inn og út hjá honum higartil í ár. Eingin ivast í evnunum, men undan dagsins dysti hevði hann skorað tvey mál. Og í dag skoraði hann hatttrikk. Jóhan Josephsen, sum var ytstur í vinstru, legði B68 á odda, og trý tey næstu málini var tað Bartal Páll Klein, sum skoraði.

 

NSÍ minkaði sjey minuttir undan dystarenda um munin til 2-1. Tá lúrdi møguleikin, at B68 fór at missa á stokkinum, men so svaraðu B68 og Bartal Páll Klein aftur, og reyði fagnaðurin var øgiligur, tá ið síðsta bríksl hevði verið.

 

Nú snýr tað seg hjá nýggju nevndini í B68 um at finna nýggjan venjara og at fara undir fyrireikingarnar til nýtt ár í bestu deildini, og í NSÍ fara teir at bíða í eina viku fyri at síggja, um tað verður fyrireiking til 2025 í ella uttan Europa.

 

 

 

NSÍ – B68 1-4 (0-2)

 

0-1: Jóhan Josephsen

 

0-2: Bartal Páll Klein

 

1-2: Búi Egilsson

 

1-3: Bartal Páll Klein

 

1-4: Bartal Páll Klein br

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

NSÍ: Kristian Joensen – Rasmus Plauborg, Mirza Mujcic, Lars Agardius – Jógvan Højgaard, Jasper Van Der Heyden, Beinir Nolsøe, Yassine El Quatki, Betuel Hansen, Pætur Hentze – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Venjari: Jens C. Wedeborg

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Karstin Clementsen, Bárður ò. Jensen, Jóhan Josephsen – Bartal Páll Klein

 

Venjari: Jákup á Borg