JÁKUP MØRKØRE ER IKKI LONGUR STJÓRI Á FISKAVIRKING

Jákup Mørkøre er ikki longur stjóri á Føroya Fiskavirking. Seinasti arbeiðsdagur hansara var 31. desember 1997.

INTERNET-SOSIALURIN, leygardagur: ­ Eg havi onga viðmerking til hatta har, men tað er rætt, at eg ikki longur eri stjóri á Føroya Fiskavirking.


Hetta var tað, sum Jákup Mørkøre hevði at siga við Sosialin, tá vit seinnapartin í dag bóðu hann um viðmerking til tíðindini, sum seinastu dagarnar hava gingið um stjóraviðurskiftini á Føroya Fiskavirking.


Sosialurin skilir, at Føroya Fiskavirking ikki ætlar at søkja eftir nýggjum stjóra, tí annar persónur er klárur at seta seg í stjórasessin. Hvør hesin persónur er, vita vit ikki enn, men hetta verður, eftir hvat skilst, kunngjørt mánadagin.


Eftir tí Sosialurin skilir, er tað ikki íkomið brádliga, at stjórin í Føroya Fiskavirking verður skiftur út. Tað frættist, at Jákup Mørkøre longu fekk boðini 30. september 1997, at seinasti arbeiðsdagur hansara var 31. desember 1997; og at hann hevur fingið annað starv innan Framtaksgrunnin.


Jákup Mørkøre gjørdist stjóri á Føroya Fiskavirking 2. mars 1997. Hann starvaðist í fleiri ár á Rækjuvirkinum á Oyri, har hann varð stjóri, tá Edmund Joensen segði seg úr stjórastarvinum fyri at gerast løgmaður. Jákup Mørkøre, sum er útbúgvin kemiverkfrøðingur, var stjóri á Heilsufrøðiligu Starvstovuni áðrenn hann fór at starvast á Rækjuvirkinum á Oyri, og eitt skifti var hann eisini stjóri á teldufyritøkuni DATA.


Vit royndu at fáa viðmerking frá Sverra Hansen, nevndarformanni í Fiskavirking, men hann var ikki at hitta.