Jákup Mikkelsen: Meira tunnilsprát

Tunnilsprátið í hesum døgum blívur alsamt meira og meira skemtiligt.  Tað seinasta nýggja er at Poul Michelsen boðar frá fyrispurningi til løgmann, har spurt verður um, hvat landið ætlar at brúka partapeningin í Vága- og Norðoyatunnlinum til.

 

Svarið er sera einfalt. Hesin peningur er ikki til sum tøkur peningur, hann er brúktur til at útbyggja føroyska vegakervið og fáar almennar íløgukrónur eru brúktar á skilabetri hátt.

 

Poul Michelsen kundi eins væl spurt hvat landið ætlar at gera við tann pening, ið á sinni varð brúktur til Oyggjarvegin, Gomlurætt ella sum gjald fyri Smyril. Spurningurin er púra meiningsleysur.

 

Landið eigur nógv partabrøv í ymiskum feløgum. Hesi mongu feløg hava greiða endamálsgrein. Almennu partbrøvini í Føroya Tele, Atlantic Airways, BankNordik osfr, er landsins ognarlutur í feløgum, ið reka framhaldandi vinnu við vinningi fyri eyga. Tí fær landið eisini vinningsbýti frá hesum feløgum og hesi partabrøv eru eisini umsetilig. Øðrvísi er við partapeninginum í Norðoya- og Vágatunnlinum. Her er talan um íløgu í føroyska vegakervið. Endamálið er ikki at forrenta almennan innskotspening, men at forrenta og afturrinda lánikapital, tí landið vildi ikki bera allan kostnaðin av tunnlunum. Neyðugt varð sostatt við bummgjaldi og tí vórðu partafeløgini stovnað. 

 

Viðmerkingarnar til tunnilslógirnar eru púra greiðar og sjálvandi atkomiligar á netinum. Tí skal tað ein serstakliga góður vilji til at misskilja, hvat endamálið var við teimum 395 mió, ið landið setti í báðar tunnlarnar.

 

Eingin kann forða løgtinginum at lóggeva móti gjørdum avtalum og veðseta Norðoya- og Vágatunnilin til frama fyri aðrar verkætlanir. Men slíkt avtalubrot verður ikki framt uttan svørðslag.

Jákup Mikkelsen, løgtingslimur