Jákup Martin er á veg Svangaskarð

Fyri triðju ferð í oktober fór 07 Vestur í dag úr Gundadali við tapi

Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið HB í dag á Tórsvølli hevði vitjan av 07 Vestur. Hetta var triðja ferðin í hesum mánaðinum, at vágaliðið fór úr Gundadali við ongum. 07 Vestur hevur tapt í steypakappingini ímóti HB, ímóti B36 í landskappingini og so í dag í landskappingini ímóti HB.

 

Í síðsta umfari fara vágamenn suður til Suðuroyar at hitta TB, sum er illa spert í botninum. Sambært 07 Vestur liðformanninum og miðverjanum Daniel Obbekjær, so taka teir í Vágum ta uppgávuna í størsta álvara, hóast tað er greitt, at 07 Vestur er og verður nummar fimm.

 

-Vit hava møguleika at røkka 40 stigum, og vit ætla okkum at røkka hesum stigametinum. Ímóti HB gekk tað ikki soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Undan steðginum gekk tað leingi soleiðis, sum vit høvdu ætlað, men so skoraðu teir fimm minuttir undan hvíldini. Undir hvíldini var lagið gott, og vit ætlaðu at halda fram soleiðis, sum vit høvdu avrikað, og vit roknaðu avgjørt við møguleikanum, at tað fór at eydnast at javna. Men eftir steðgin gekk tað ikki soleiðis, sum tað hevði gjørt í fyrra hálvleiki. Vit vóru óneyvir í uppspælinum, og tá ið HB longu smáar 10 minuttir eftir steðgin sektaði okkum, so var tað avgjørt, at vit einki fór at fáa við okkum vestur, sigur Daniel Obbekjær í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1.

 

HB venjarin Jákup Martin Joensen heldur, at hansara høvdu tak á tí alla tíðina.

 

-Vit spældu okkum til fleiri heilt góðar málmøguleikar. Men vit iðra okkum ikki. Heldur fegnast við um, at tað eydnaðist at skjóta tvey mál, vinna trý stig og halda mótstøðuliðnum frá at skora. Nú fokusera vit á dystin á Eiði. Tað einasta, sum vit hava ávirkan á, er úrslitið í tí dystinum. Um vit vinna øll stigini, so er møguleiki fyri, at vit fara at enda á heiðursmerkjaplássi. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg hjá Víkingi í Klaksvík og B36 á Argjum, sigur Jákup Martin Joensen.

 

Mikukvøldið fer EB/Streymur at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður á Svangaskarði, og Jákup Martin Joensen hevur alla orsøk at vera millum eygnavitnini. Samantaldi vinnarin mikukvøldið verður mótstøðuliðið hjá HB í steypafinaluni annað leygarkvøld, og leygardagin fer HB at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Miðvallarin Matthias Præst Nielsen legði HB á odda fimm minuttir undan steðginum. Adrian Justinussen royndi seg við langskoti, bólturin tók tvørtræið, og tá ið Hanus Sørensen so legði innfyri úr høgru, var Mattias Præst Nielsen leysur og skoraði úr stuttari fjarstøðu.

 

Áki D. Samuelsen økti um munin til 2-0. Ári Mohr Jónsson átti innleggið úr vinstru, og við nærra stólpa stýrdi Áki. D. Samuelsen bóltin í málið.

 

Víkingur og B36 hava 57 stig, og HB hevur 55 stig.