TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við leikandi hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg, aftaná B36 tók eitt risafet ímóti FM-heitinum við einum 2-1 sigri á HB í Gundadali í kvøld.
Jákup er glaður um sigurin, og greiðu oddastøðuna nú 16 dagar eru til næsta dyst, men hann undirstrikar, at einki er avgjørt enn. Leikliga er hann ikki serliga væl nøgdur við avrikið, serliga avrikið í seinna hálvleiki, men glaður um, at leiðslan helt.










