Jákup ímóti Atlético Madrid

Eisini ungdómsliðið hjá FC Midtjylland fær vitjan av einum stórfelagi.

Føroyingurin í FC Midtjylland, Jákup Thomsen, hevur í hesum kappingarárinum luttikið í UEFA Youth League, sum er tað, ið svarar til Champions League í U19-árganginum.


Jákup og teir hava spælt seg víðari til ein playoffs-dyst um at koma í 1/8-finaluna, og eftir lutakast í dag vísir tað seg, at teir skulu møta spanska stórfelagnum Atlético Madrid.


Tað verður FC Midtjylland, sum fær heimavøll, og dysturin verður leiktur annaðhvørt 9. ella 10. februar.