Fríggjadagin andaðist Jákup Joensen, Jákup í Lopra, fyrrverandi løgtingsmaður og reiðari.
Jákup Joensen varð føddur í Sumba 21. september í 1929. Hann var sonur Poul Sofus Joensen og Poulu Sofíu Joensen. Pápin var fiskimaður.
Jákup Joensen tók studentsprógv í 1950, skiparaprógv í 1953 og stýrimans- og skipsføraraprógv í 1953.
Jákup Joensen er kendur fyri sítt reiðaravirksemi í Lopra við trolarunum við nøvnum, sum høvdu -borg sum part av navninum og flakavirkið Polarfrost.
Í 1985 keypti Jákup Joensen Hotel Føroyar, sum fekk navnið Hotel Borg.
Jákup Joensen sat í bygdarráðnum í Sumba í nøkur ár, og í 1994 varð hann valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Suðuroyar valdømi. Hann sat á tingi til 1998.
Jákup Joensen búði á røktarheiminum Hamragarði í Vági, nú hann doyði 85 ára gamal.