Eftir átta dystir hevur Jákup Egholm skotið 51 mál. Jákup hevur sosatt skotið næstflest mál í kappingini, bert eitt færri enn litavin Tomas Boguševicius.
Í dag tapti U17 manslandsliðið dystin um 9. plássi móti Kekkia. Kekkia vann dystin 23-21, harvið endaðu Føroyar sum nummar 10 av 20 liðum í European Open. Fyri løtu síðan var Jákup Egholm úr H71 kosin til besta vinstra vong í kappingini.
Málskjúttar vóru hesir:
Filip Haldansen 6
Lýðar í Dímun 4
Fríði Holm í Innostovu 3
Jákup Egholm 3
Haraldur Karlsson 2
Jógvan Andrias Lamhauge 1
Helgi Haldórsson 1
Torkil Dahl 1