Jákup B: Slíkar fantastiskar løtur koma ikki aftur (FM1)

(FM1) Hoyr uppleggjaran til føroyska málið seta orð á dystin í Parkini

##med2##

 

Seinasti maðurin reportarin hjá FM1, Tróndur Arge fekk orðið á var maðurin sum legði upp til bæði málið hjá Klæminti A. Olsen og stóra málmøguleikan Klæmint hevði beint áðrenn. Í báðum førum var talan um sera hegnislig innlegg hjá KÍ-liðskiparanum, Jákupi Biskupstø Andreasen.

 

- Tá Klæmint skoraði var mín fyrsti tanki: - Hvar er bólturin? Tí eg hugsaði, at vit mugu skunda okkum niðjan á miðjan vøll og fara eftir at skora næsta málið. Men tað var gott, at vit feiraðu málið saman við við teimum ótrúligu føroysku áskoðarunum. Slíkar fantastiskar løtur koma ikki aftur, staðfestir Jákup.

 

Sum venjararnir og hinir spælararnir iðrar Jákup seg eisini um málini teir fingu móti sær. Jákup heldur ikki, at danskarar skaptu tað heilt stóra, og tí var tað somikið meira ergiligt, at fáa so bílig mál ímóti sær.

 

Jákup er glaður um at hava fingið møguleikan frá dystarbyrjan, og hann er klárur at tørna til aftur um boð vera eftir honum til dystin móti Ísrael mánakvøldið.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup B. Andreasen.