Jakob er uppsagdur

Venjarin, sum í fjør førdi KÍF til bæði steypa- og FM-sigur, er í kvøld uppsagdur

 

 

Jakob Jónsson er ikki longur venjari hjá KÍF. Tað tykist greitt, hóast tað ikki hevur eydnast okkum at fáa leiðsluna í KÍF at vátta hesum.

 

Jakob Jónsson førdi í fjør kollfirðingar til fyrstu gullmerkini í bæði lands- og steypakapping, og størsta partin av árinum hevur KÍF eisini sitið á oddasessinum í landskappingini.

 

Í steypakappingini gjørdist talan um tepurt finalutap móti Kyndli, og ein lítil niðurtúrur seinastu vikurnar hevur kostað oddasessin í landskappingini, har kollfirðingar tó framvegis eru væl og virðiliga á finalukós.

 

Seinastu vikuna hevur talan verið um tap móti H71 og VÍF. Um hesi eru beinleiðis orsøk til uppsøgnina er ilt at siga, men uppsøgnin er undir øllum umstøðum veruleiki.

 

Umvegis SMS-boð sigur Robert Poulsen, nevndarlimur í KÍF, at hann hevur onga viðmerking. Men sum skilst verður talan um lokala loysn á venjaraspurninginum seinasta partin av kappingarárinum, og eitt nú verður tosað um eitt venjarapart við Eddie Joensen og Jákup Dam, sum báðir hava spælt sínar nógvu dystir fyri KÍF.