Hann er ættaður av Vágsheygnum. Foreldrini vóru Simona, sum var ættað úr Gerðum, og Hanus Hansen, sum var ættaður úr Glasstovuni í Árnafirði. Tey búsettust á Vágsheygnum og fingu níggju børn: Oliva (1915), Anna Kristina (1916), Jóhanna Malena (1919), Berta (1921), Olga (1923), Erik (1924), Kristoffur (1927), Joen Jacob (1931) og Marita (1940). Oliva, Berta, Olga, Erik, Kristoffur og Jakku búsettust í Klaksvík. Anna Kristina búsettist í USA, Johanna Malena í Vestmanna og Marita í Svøríki.
Jakku fór ungur til skips. Hann sigldi við norðmonnum, við skipum hjá Kjølbro, har hann í fleiri ár var við Skálabergi, og í seksti árunum við línuskipunum hjá Innistovu monnunum.
Jakku er hegnismaður. Í 1968 fór hann rættuliga tilkomin í læru sum tannteknikari í tannlæknastovuni hjá svágrinum Fróða Lassan. Hann hevur fingist við tannteknikaraarbeiði seinastu knappliga fjøruti árini. Áhugan fyri sjólívinum hevur Jakku ongantíð mist, og honum hevur dámað væl at verið á floti.
Jakku er fryntligur og fyrikomandi maður. Hann giftist í 1957 við Rannvá Lassen. Hon er ættað úr Víkunum. Foreldur hennara vóru Jóhanna Sofía og Erik Lassen. Rannvá og Jakku bygdu í Gerðum. Snøggu og hugnaligu húsini, sum Jakku so ofta sæst putlast uttanfyri, standa á horninum Oyravegur/Kráargøta.
Rannvá og Jakku eiga tvey børn – Símun Jákup (1960) býr í høvuðsstaðnum, og Eyðfríð (1963) býr niðri. Abbabørnini eru seks í tali.
Jakku vaks upp á Vágsheygnum í nánd av plenuni. Allir dreingir har á leið royndu seg sum fótbóltsspælarar. Jakku var ein teirra, sum hevði góð evni at spæla bólt, og hóast hann var ungur, tá ið hann fór til skips, so eydnaðist honum at vera við til at vinna fleiri føroyameistaraheiti. Í 1947 var hann á dreingjaliðnum, sum varð meistari, og hann var við á 1. liði, sum varð meistari í 1952, 1953 og 1954.
J