Nýggjasti Jaguar er F-Pace, sum er ein miðalstórur luksus SUV. Bilurin hevur sama designstíl sum hinir Jaguar persónbilarnir.
Jaguar eru kendir fyri at gera eksklusivar luksusbilar og sportsvognar. Fyrr høvdu teir sín egna klassiska enska stíl, men í dag eru teir nútímans luksusbilar, sum kappast við teir stóru týsku luksusbilarnar.
Jaguar hoyrir til konsernina Jaguar Land Rover Limited í Onglandi, sum er eitt dótturfelag hjá Tata Motors í India. F-Pace hevur eisini nakað til felags við teir nýggjastu Land Rover og Range Rover.
Jaguar F-Pace fæst í fyrstu atløgu við trimum ymiskum motorum. Tveimum V6-motorum, annar bensin og hin diesel, umframt einum 4-syl. diesel. Her hjá okkum er tað Nordcar, sum umboðar Jaguar.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/