Jagstraði sín stolna bil

Ein kvinna, hvørs bilur í morgfun varð stolin, jagstaði bil sín í øðrum bili, til politiið kom til hjálpar

Tað hendi klokkan 8.15 í morgun, at bilurin hjá útlendsku kvinnuni varð stolin í Gøtu.

Kvinnan var kvik, fór í ein annan bil og koyrdi aftan á stolna bilinum. Samstundis tosaði hon alla tíðina við politiið.

Í Hvalvík rendi stolni bilurin á bilverjuna, bilurin fekk nakrar snuddir, men bilførarin koyrdi víðari.

Tá ið hann var komin til Hósvíkar, kom poliitið ímóti, men hin koyrdi framvegis undan og varð ikki steðgaður fyrr enn við Landsfjósið.

Bilførarin var fullur og situr nú í brummuni.