Eitt jagaraflogfar hjá amerikanska flogvápninum datt í kvøld niður í eini íbúðarhús í statinum Virginia. Fjølmiðlarnir skriva, at eldur kom í húsini, men fyribils er einki frætt um, at nakað fólk hevur fingið skaða.
Sjónvarpið CNN sigur, at tað eydnaðist teimum báðum flogskiparunum at skjóta seg út úr flogfarinum, sum var av slagnum F-18. Eitt eygnavitni sigur, at eldur kom úr motorinum á flogfarinum, meðan tað misti flogið.