»Jag trodde englarna fans – bara, bara i himmelen«

Men nei, eg kundi ikki farið meir skeivur. Vit hava so sanniliga eisini einglar gangandi millum okkum deyðiligu her í Føroyum. Tað eru okkara fólkavaldu prógv fyri. Nú tá mann gekk og helt, at nú kundi ikki vera nakað krút eftir í teimum, so hála teir enn eitt ess úr ermuni

Teir hava megnað at yvirtikið veðurstøðina og harvið tikið eitt risa stig móti veruliga frælsinum

Stuttsíðani skrivaði eg ein lista yvir alt tað fantastiska, sum okkara fólkavaldu hava avrikað, men tað skuldi ikki ganga long tíð, til enn eitt undur skuldi síggja dagsins ljós. Hvør flogvitið handan hugskotið er, veit eg ikki, men viðkomandi hevur eina standmynd uppiborið ella í minsta lagi eitt motiv á veðurballónina.

Ein klókur maður av Viðareiði slongdi stuttsíðani um seg við gullkornum í blaðnum »Norðlýsið«, har hann segði nøkur vísdómsorð um akademikarar í Havn. Hesin maður má sigast hava verið framman fyri sína tíð, tí ikki fyrr enn nú síggja vit í verki, hvat hevur meir at siga: Fróðskaparsetrið ella veðurstøðin? Sjálvandi er tað veðrið. Tað er da klárt. Tað er sum at samanbera Pól Pot við Mahatma Gandhi... og sjálvt um ein veðurstøð er tengd at akademikarum, so er tað ikki tað, vit tosa nú, og akademikarar eru eisini fullkomuliga órelevantir í hesum samanhanginum.

Nú hava vit føroyingar nakað so fantastiskt sum frælsa sól, frælst regn, frælsan kava og ikki minst frælsan vind. Nú sleppa vit endiliga at fáa okkara egnu føroysku luft. Okkum nýtist bara at opna vindeygað og lata ta frísku, og ikki minst frælsu, luftina kela fyri okkara nasagluggum, samstundis sum vit fylla okkara lungu við frælsari ilt, sum síðani fer víðari út í okkara blóð. Hetta er tað! Hetta er meiningin við lívinum!

 

Lat okkum gera paradísið Føroyar enn betri

Áðrenn eg fari at viðmæla eina standmynd av manninum av Viðareiði, so ætlaði eg sjálvur at koma við nøkrum uppskotum, sum mær persónliga dámar rættiliga væl. Hvat við at gera ein ringveg, sum skal verða ein undirsjóvartunnli, sum fevnir um allar Føroyar? Áðrenn tú kolldømur uppskotið, nevn mær so ein persón, sum ikki bleiv rørdur til táranna, tá ein kvinna av Sandoynni handaði Bjørt Samuelsen eitt blómutyssi, sum var følnað, og segði ódeyðiligu orðini: »um vit ikki fáa ein undirsjóvartunnil til sands, so verður tað sorg og deyði... og tað er hetta, sum følnaða blómutyssið symboliserar... sorg og deyða«, leysliga siterað frá minninum. Tað er væl sagtans ikki tað, sum vit vilja okkara fólki ha? Sorg og deyða?

Eitt annað boð, nú tá tann geniali íslandssáttmálin endiliga er komin í gildi, er, at vit skulu yvirtaka skuldina hjá Íslandi. Á tann hátt fáa vit á skjótasta og skilabesta hátt veruligt frælsi! Tí tað er prógvað ferð eftir ferð, at meir pengar mann hevur, meir brúkar mann. Hetta er reinur logikkur og ein enn logiskari niðurstøða má tískil verða, at pengar eru ein byrða fyri eitthvørt samfelag. Hinvegin, um vit yvirtaka skuldina hjá íslendarum, so fara vit at brúka minni pengar... og um tað gongur heilt væl, so fara vit slett ongar pengar at brúka!

 

Magni og Tóroddur – hvørjaferð tú peikar, venda fýra fingrar móti tær sjálvum!

Eg fari at enda við eini áheitan til allar mammureyvarnar og pessimistarnar, sum dáma eitt nr. ov væl at sutta upp á boppuna hjá Danmark, um ikki at lurta eftir dómadagsprofetum sum Magna Laksafoss, tá hann sigur, at ein kreppa er ávegis, tí har er ongin kreppa. Hon er fiktiv og er bara tosað í gongd. Slík tankagongd sum tann hjá Magna er skítfarlig, tí um mann fylgir hansara tankagongd, so kann mann risikera, at vit fáa pengar í kassan, heldur enn at koyra pengar úr kassanum.

Ein annar maður, sum tit fyri alt í verðini eisini mugu ignorera, er Tóroddur Poulsen. Hann er eisini skítfarligur, og tað kemur serliga til sjóndar í filminum »ein regla um dagin má vera nokk«. Í filminum sigur Tóroddur nøkur orð, sum onki oyra ella eyga hevur uppiborðið verða vitni til. Orðini hjá Tóroddi vóru somikið frek, ja, nærmast blasfemisk, at tað er við øgiliga ringum tannabiti, at eg velji at endurgeva tey, men eg trúgvi upp á, at mann skal lýsa báðar síður av eini søk. Og serliga, tá orðini hjá Tóroddi so tíðiliga vísa, at Tóroddur fór skeivur, meðan okkara fólkavaldu einglabassar høvdu rætt.

Her koma orðini: »tá politikarar tosa um at skapa nakað, so er tað at skapa útreiðslur«.