Jadon Sancho er eitt navn, sum fótbóltselskarar í Onglandi skulu til at venja seg við. 18 ára gamli onglendingurin í Borussia Dortmund, er eitt av størstu talentinum í hansara aldri. Bóltsterki vongurin spælir longu fast á besta liðnum hjá Borussia Dortmund.
Les eisini: (Upptakt) Marco Reus klárur í kvøld
Bretskir miðlar hava í eina tíð sett fyrrverandi Manchester City spælaran í samband við Manchester United. Spælarar við enskum tjóðskapi haav mangan høgan kurs, tá ensku feløgini skulu keypa.
Soleiðis er eisini við Jadon Sancho, ið verður mettur at kosta beint undir eina milliard krónur, hóast hann bara er 18 ár. Hann hevur tó longu spælt tríggjar landsdystir fyri Ongland. Hann er eisini settur í samband við Paris Saint-Germain, sum er mótstøðuliðið hjá Manchester United í annaðkvøld í Champions League.
Jadon Sancho og Borussia Dortmund spæla í kvøld móti Tottenham í Champions League. Tottenham vann fyrra dystin 3-0, so Jadon Sancho skal spæla ein góðan dyst í kvøld, um týska felagið skal hava nakran møguleika at koma víðari.