Jacoba Samuelsen 75 ár

Í dag, hósdagin 25. september, fyllir Jacoba Samuelsen, f. Kjærbo, Tórshavn, 75 ár.

Jacoba er fødd í Sumba, foreldur hennara vóru Jensia, f. Jensen, ættað úr Kristinhúsi í Froðba, og Jacob Kjærbo, vanliga nevndur Jákup Eystan Á, úr Sumba.
Í 1948 giftist Jacoba við Reidar Samuelsen, timburmanni, úr Havn. Tey bygdu sær hús á Gripsvegi og fingu tríggjar døtur og ein son. Ein dóttir býr í Danmark, tvær í Havn og sonurin í Noreg. Reidar doyði 74 ára gamal, 25. oktober 2002.
Jacoba er burturstødd føðingardagin.