Hergeir Nielsen
Fyri einum ári síðan samtykti løgtingið, at vit skuldu gera ein miðnámsskúla suðuri í Vági.
Harafturat samtykti løgtingið, at vit bygdu eitt meginbókasavn upp í skúlan, ið kommununar skuldu rinda ein part av.
Landsstýrismenn tjóðveldisfloksins virkaðu fyri, at hetta savn á náttúrligan hátt kundi knýtast at miðnámsskúlanum, og løgtingið samtykti eina verkætlan, har hetta lat seg gera.
Teir 300 fermetrarnir, ið kommunurnar skulu vera við at fíggja av meginbókasavninum, skuldi landið lata 50% í studningi til, og harafturat skuldi landið rindað 60% av rakstrinum.
Av hinum 50% skuldi Vágs kommuna rindað 30%, meðan allar hinar kommunurnar í oynni einans skuldu rinda 20% av íløguni og 10% av rakstrinum.
Soleiðis upplýst samtykti løgtingið málið um bygging av miðnámsskúla og meginbókasavnið í Vági fyri umleið 50 mió.kr.
Talan var sjálvandi um eitt tilboð til kommunurnar. Tilboðið varð tíverri havnað, og málið er nú dottið niðurfyri.
Tað er stórt spell, at so skuldi vera. Átakið var til gagns fyri miðnámsskúlan, ungdómin, mentanina og almenn arbeiðspláss annars í Suðuroynni og ikki ein krígsavbjóðing, sum Jacob Vestergaard hevur fatað tað.
Vit raðfestu Suðuroynna fremst av øllum, og hildu okkum hava vunnið henni stórfingnar sømdir við einum víðkaðum miðnámsskúla og einum sera sámuligum tilboði til kommununar um at vera við at gera skúlan enn meira spennandi fyri okkum øll.
Lesa vit Jacob Vestergaard um vikuskiftið, síggja vit, at í hansara verð var meira umráðandi at vera ímóti Vágs kommunu heldur enn at vera fyri einum fyrstafloks miðnámsskúla.
Verri enn so øll toldu hetta og onnur framtøk okkara, og tíverri hava menn verið so firtnir, at teir eru farnir at drepa niður hetta og onnur framtøk, sum vit settu út í kortið.
<sum$?$end$!$ "Ein høvuðsmaðurin fyri hesum slátrinum er Jacob Vestergaard, ið sum borgarstjóri hevur slóðað undan og forða einum kommunalum samstarvi á hesum øki. Nú fólkaflokkurin fekk ræði á mentamálum var harafturat skjótt at fáa lívið av meginbókasavninum, og so varð gjørt."<BR>
Jacob Vestergaard førdi knívin
Eftir at hava lisið ein stak firtnan Jacob Vestergaard verður ásannað, at hann ikki var ein høvuðsmaðurin, men sjálvur høvuðsmaðurin fyri at slátrað meginbókasavnið við miðnámsskúlan í Vági.
Jacob Vestergaard boðar frá, at hann sum borgarstjóri ikki varð samdur í teimum framtøkum, ið løgtingið og landsstýrið høvdu sett sær fyri at fremja heimanfyri Núpin, har hann sjálvur hevur sína dagligu gongd.
Undir øðrum keppi, nú sum formaður í Føroya Kommnufelag, sigur hann seg harafturat hava sagt nakað tað sama um virkna andróður sín móti vilja løgtingsins við eini størri íløgu í eini kommunu, sum Jacob Vestergaard ikki kann vera fyriuttan í tí dagliga..
Tað er ein erlig søk at hava aðra hugsan enn hana, ið løgtingið hevur. Tað hevur Jacob Vestergaard fullan rætt til, og sjálvandi hevur hann fullan rætt til at vera ímóti øllum átøkum okkara fyri Suðuroynni.
Hinvegin er tað í so bláoygt, um hann billar sær inn, at eingin heftir seg við andstøðu hansara móti løgtingssamtyktini og framburði og trivnaði um okkara leiðir, og serliga ikki, tá tað eyðnast honum at kollrenna framtøkini.
Av og á noyðast vit at tosa við stórum bókstavum, og talan er á ongan hátt um persónligt briksl, men um heilt vanliga kunning til borgaran.
Talan er um vanliga politiska viðger av einum máli, har Jacob Vestergaard er týðiliga firtin um, at støða hansara verður avdúkað.
Skúlin verður nú lagaður niður. Hann verður ein skerdur fuglur, ið als ikki fær tað flog yvir sær, sum vit ætlaðu honum.
Miðnámssskúlin í Vági skuldi gerast nakað heilt serligt fyri ungdómin og mentanina í Suðuroynni líka úr Sumba til Sandvíkar.
Hann skuldi harafturat verða eitt tilboð til ungdóm uttaneftir, sum kundi búleikast her, meðan hann nam útbúgving sína í Føroyum.
Kommununar partur
Sjálvur havi eg einki havt við kommunala partin at gera, frásæð luttøku á einum fundi í Øravík, sum tingmenn valdir fyri valdømi vóru bodnir til av landsstýrismanninum í mentamálum.
Jacob Vestergaard møtti upp á hesum fundi og segði frá, at hann var ímóti ætlanini.
Einari almennari ætlan fyri 50 mió.kr., ið vit høvdu stríðst og lóggivið fyri at leggja niður í Vági.
Korta nei, segði Jacob Vestergaard. Hetta við einum almennum meginbókasavnið upp í miðnámsskúlan var ikki nakað fyri ungdómin í Suðuroynni.
Heldur ikki var tað nakað fyri tey tilkomnu, sum kundu stytt sær stundir har, og sjálvandi skuldu heldur eingi varðandi almenn arbeiðspláss spyrjast burturúr ætlanini.
Lesa vit Jacob Vestergaard, so síggja vit, hví hann var ímóti, at suðringar fingu hesar almennu sømdir.
Hann hevði snøgt sagt tikið sær tiknið av, hvør ið fyrstur hevði fingið fundarboð, og hvør legði fram hesa felags ætlan um kommunalt samstarv.
Málið spratt ikki úr tí rætta jørðildinum, sum hann málber seg, og hann sá bara forðingarnar fyri sær.
Sjálvandi fór eingin at trýsta kommunurnar í Suðuroynni til nakað sum helst, og líka so sjálvandi er, at hatta tilboðið ikki kemur aftur.
Eitt meginbókasavn verður ikki bygt í Suðuroynni í okkara tíð, tá tað ikki varð tikið av hesum gylta møguleikanum nú.
Í politikki eiga vit at taka av, tá møguleikarnir eru har, og ikki lata smálutir, so sum hvør fyrst hevur fingið eini fundarboð ella skipar fyri einum fundi, forða okkum vegin.
Jacob Vestergaard sigur beinleiðis ósatt
Aðrar forðingar hjá Jacobi Vestertgaard vóru, at lærararáðið við skúlan skuldi vera ímóti hesi ætlan.
Hetta er beinleiðis ósatt, ein snaring av veruleikanum, og eitt bakbit móti lærararáðnum.
Jacob Vestergaard veit væl, at ein lærari virkaði ímóti hesum máli, og at tað eyðnaðist honum at sáa ein iva um tað í 2001, tá ið tað varð framlagt. Síðani tá tóku eisini lærararnir málið til sín.
Á heysti 2002 sóu lærarar við miðnámsskúlan líknandi projekt í Noregi, og tóku undir við tí, og á sumri 2003 samtyktu vit málið á tingi. Hesum framtøkum hevur Jacob Vestergaard sjálvandi ikki givið ans, tí hann vildi ju ikki vita av teimum.
Og enn eina ferð, so var talan um eitt tilboð til kommunurnar í Suðuroynni um ein stórfingnan skúlabygnað, sum kostaði kommununum uttanfyri Vág eina minni upphædd, sum eingin serlig fíggjarlig orka skuldi til at greiða.
Hetta var eitt einaferðs tilboð til ungdómin í Suðuroynni, sum kommunali samstarvsandin tíverri ikki orkaði at draga niður í seg, og tað var nú spell.
Hergeir Nielsen hevði einki við hetta mál at gera á kommunalum stigi. Tað veit Jacob Vestergaard fullvæl, og kundi hann spart sær útspillingar sínar í so máta.
Hann sigur sjálvur í grein síni um vikuskiftið, hví hann fekk stiknið til hetta mál, og hví tað var so umráðandi hjá honum at slakta tað.
Hansara áhugi er framvegis at stinga skør og vinna neisir, og at han so slaktar ein heilan stovn í Suðuroynni á vegnum, tað ger minni.
Jacob Vestergaard og hansara menn hava sólað sær í okkara framtøkum farnu árini. Nú sita teir við ræðið, og nú hava teir allar møguleikar fyri at fáa nakað at spretta úr egnum barmi.
Trongskygni, illvilji og beinleiðis ósannindi góvu teimum neyðugu møguleikarnar at kollrenna ein ynskidreymin hjá ungdóminum í Suðuroynni, og hann brúkti teir til fulnar.
Hvørji onnur framtøk teir fara at drepa niður, fáa vit so at síggja í tíðini sum kemur.