Jacob Vestergaard sparkaður út í kuldan

Í ØÐINI Fólkafloksfólk eru í øðini um, at Fólkaflokkurin hevur vrakað Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum. Valevni hjá flokkinum siga, at tey hava fingið vaml

- Eg skammist og vamlist við hasa avgerðina hjá einum meiriluta tingmanningini hjá Fólkaflokkinum.
So bersøgin og beiskur er Wilhelm Nygaard á Facebook, nú tað er komið undan kavi, at Jacob Vestergaard fer ikki at endurvinna starvið sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Ístaðin hevur flokkurin valt Jákup Mikkelsen í Klaksvík í tann sessin.
Wilhelm Nygaard var valevni hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum og hann
gitar á Facebook, at tað er Annika Olsen, sum er arkitekturin aftranfyri at fáa Jacob Vestergaard úr Tinganesi, tí hon stúrir fyri, at Jacob vestergaard skal verða ov sterkur í flokkinum.
- Annika vil verða forkvinna kosta hvat tað vil. Men hon kemur aldrin at kunna savna flokkin. Ein avleiðing av hesi svikagerð kann væl verða, at flokkurin fer í tvíningar, sigur Wilhelm Nygaard.
- Hetta er allarhelst ein forsmakkur á, hvat vit kunnu vænta okkum av Anniku um hon gerst forkvinna, leggur hann afturat.

Ein beistagerð
Nú ásannar hann fyri Sosialinum, at hetta er skrivað mestsum í sinnismuni. Men tað broytir ikki ta sannroynd, at hann heldur framvegis, at tað er ein beistagerð at vrakað Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Leggjast kann afturat, at í stuttari viðmerking avsannar Annika Olsen gitinginarnar hjá Wilhelm Nygaard.
Wilhelm Nygaard sigur, at eftir hansara tykki er hevur Jacob Vestergaard staðið seg avbera væl.
Hann er høgt virdur bæði í Fólkaflokkinum og aðrastaðni og tað er ein týðilig ábending um, at hann eigur heiðurin av, at flokkurin fekk so gott val.
- Tí er tað øgiliga stór ónøgd við, at hann var telvaður av borðinum, tá ið landsstýrið skuldi mannast.
Kortini viðgongur hann, at ætlanin um at hækka ríkisveitingina, er tann stóri kamelurin, Fólkaflokkurin svølgdi fyri at fáa ætlanina um flatskatt setta í verk.
Men hann helt, at hetta var ringt at sleppa uttanum.
- Sambandsflokkurin fór til val við einum høvuðspunktið um at hækka blokkin úr Danmark, so tað ynski var ringt at sleppa uttanum fyri at fáa allan hinan politikkin settan í verk.
Men Wilhelm Nygaaard ivast ikki í, at hóast Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í fíggjarmálum, verður tað helst løgmaður sjálvur, sum fer at samráðast um ríkisveitingina.

Út í kuldan
Eisini aðrir kendir fólkafloksmenn geva ilt av sær.
Árni Dam sigur, at Jacob Vestergaard hevur víst slíkt støðufesti í sínum starvi sum landsstýrismaður í vinnumálum, at hann spyr rætt og slætt, hvat tingmanningin hjá flokkinum hugsar fyri sær, tá ið tey nú blaka Jacob Vestergaard út í kuldan
Og hann leggur afturat: Eitt orðafelli sigur, at lumpar tú meg einaferð, er skommin tín, men lumpar tú meg tvær reisir, er skommin mín.

Við húgvuni í hondini
Ein triði fólkafloksmaður, sum gevur harmaljóð frá sær, er Viberg Sørensen, sum hevur verið ein av oddafólkum hjá flokkinum í Suðuroy í eitt mannaminni.
Eisini hann staðfestir, hvussu væl Jacob Vestergaard hevur staðið seg sum landsstýrismann.
Hann er eisini sannførdur um, at ein høvuðsorsøk til, at Fólkaflokkurin hevði so gott val, var nettupp tann, at Jacob Vestergaard hevur verið so støðufastur.
- Men hvat hendi? Jú hann bleiv vrakaður í flokkinum sum sigur seg vilja einar frælsar Føroyar.
- Ístaðin ferð Fólkaflokkurin saman við ein gongu niður til Danmarkar við húgvuni í hondini, grátandi um at fáa meiri pengar, sigur Viberg Sørensen.
Hetta heldur hann, er beinleiðis pínligt fyri føroyingar.
- Guð náði okkum føringar Føroyar, leggur hann afturat.
Við Sosialin sigur hann, at hevði fiskivinnupolitikkurin hjá Jacob Vestergaard verðið settur í verk, høvdu vit tvørtur ímóti sloppið undan donsku ríkisveitingini eftir nøkur heilt fá ár.