Teir hava báðir ligið undir stórum trýsti seinasta árið, men nú eru teir reinsaðir fyri allan mistanka í sambandi við nógv umrødda grannskoðaramálið. Hóast løgtingsins umboðskvinna hevur lagt bæði landsstýrismenn og aðalstjórar undir óreglusemi, so hava kanningar fríkent teir allar.
Um tað er orsøkin til, at bæði Bjarni Djurholm og Jacob Vestergaard nú standa sum taparar innanhýsis í Fólkaflokkinum, kunnu vit bert gita um. Men góðar keldur vátta fyri Portalinum, at Jacob Vestergaard hevur tapt slagið um Fiskimálaráðið til Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Og Bjarni Djurholm tapti í gjár slagið um formanssessin í Løgtinginum til Jógvan á Lakjuni.
Hetta sigur helst eisini nakað um stríðið um formanssessinum í Fólkaflokkinum. Um vit skulu fylgja logikkinum hjá Jørgen Niclasen í januarmánaði í ár, so verða tað hvørki Jørgen Niclasen, Annika Olsen ella Jákup Mikkelsen, sum taka formanssessin og tí kundu vit freistast til at hildið, at semja var um at velja Jacob Vestergaard í formanssessin.
Men vit skulu eftir øllum at døma ikki fylgja logikkinum hjá Jørgen Niclasen frá januarmánaði. Eins og við blokkstuðlinum, so ber til at hava eina støðu dagin fyri valið, sum ikki nýtist at vera tann sama dagin eftir valið. Jørgen Niclasen kemur uttan iva við eini góðari frágreiðing um, hví tað nú ber til at vera fíggjarmálaráðharri og formaður í Fólkaflokkinum í senn, hóast tað í januarmánaði ikki bar til at vera uttanríkisráðharri og formaður í Fólkaflokkinum. Annika Olsen fær helst Almannamálaráðið at umsita, og hon hevur neyvan stórar møguleikar fyri at gerast fyrsta forkvinna Fólkafloksins í hesi syftu. Nú Jacob Vestergaard hevur tapt slagið um landsstýrið, so tapir hann helst eisini slagið um formanssessin.
Okkara boð er tí, at Jørgen Niclasen sum hevur ført Fólkaflokkin til stóran valsigur, flottasta úrslit í nýggjari tíð og sum hevur vunnið ljóð fyri fólkaflokspolitikki í stórum stíli í samgonguskjalinum serliga við skattalættanum í huga, verður tann, sum dregur longsta stráið og heldur fram sum formaður í einum nógv styrktum Fólkaflokki í einum landsstýri, har Fólkaflokkurin rættiliga hevur sett síni fingramerki hóast flokkurin endaliga hevur offrað fullveldishugsjónina.










