Jacob Vestergaard legði í gjárkvøldið Kringvarp Føroya undir ikki at hava javnvág í sínum tíðindaflutningi.
Hann vísti til eitt innslag í Degi og Viku, sum landsstýrismaðurin meinti var eitt álop á sín persón, og harmaðist, at hann ikki slappa at verja seg í eini beinleiðis samrøðu.
Nú hevur Dia Midjord, kringvarpsstjóri svara aftur.
- Kringvarp Føroya vísir staðiliga aftur, at ójavnvág er í valdekninginum hjá stovninum, sum Jacob Vestergaard sipar til, skrivar kringvarpsstjórin í tíðindaskrivi við yvirskriftini Ósømiligt álop á Kringvarp Føroya.
Kringvarpsstjórin vísir á, at Jacob Vestergaard hevur fingið somu sømdir sum onnur valevni upp undir hetta valið. Harumframt hevur Dagur og Vika undir øllum valstríðnum valt ein leist, har Dagur og Vika endar við einum valmagasini líknandi tí innslagnum, sum Jacob Vestergaard ilskast um.
- Valevni úr øllum flokkum og øll landsstýrisfólk hava tikið lut undir hesum treytum. Men ikki Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard krevur sersømdir, tí hann vil einans gera samrøðu við Kringvarp Føroya, um samrøðan er beinleiðis og óredigerað, skrivar Dia Midjord.
Hann sigur tó, at tað ikki kemur upp á tal, at Kringvarp Føroya skal víkja frá gomlum fjølmiðlasiðvenjum, fyri at toknast einstøkum politikkarum.
- Hesar siðvenjur hava tikið skap ígjøgnum hálvtannaðhundrað ár, síðani miðlarnir blivu frælsir, og vit fingu fólkaræði um okkara leiðir, skrivar hann.
- Sum tíðindaberi skal Kringvarp Føroya í sambandi við valdekningin viðgera riknu fiskivinnuna. Tað er okkara skylda, og tað eigur Jacob Vestergaard ikki at uppfata sum eitt álop á seg, skrivar kringvarpsstjórin.
- Hetta er ein natúrligur partur í okkara arbeiði, og Jacob Vestergaard eigur at virða hesar spælireglur, skrivar Dia Midjord at enda.