Jacob Vestergaard hevur ikki dugað væl

Kenslan er rotin, sigur Poul Michelsen


Jacob Vestergaard hevur dugað væl at útvega okkum nýggj fiskirættindi. Men hann hevur ikki dugað væl at býta hesi rættindi.

Tað heldur Poul Michelsen, formaður og tingmaður fyri Framsókn.

Hann sigur rætt og slætt, at hann situr við eini rotnari kenslu, tá ið hann hugsar um fiskivinnufyrisitingina og fiskivinnunýskipanina. 

 

- Býtið er órættvíst, búskaparliga óforsvarligt og óskiljandi, og tí elvir tað til klandur og stríð.

 

Les meiri um, hvat Poul Michelsen heldur um støðuna, og um hví hann heldur, at Hanus Samró tosar sum ein gamal kommunistur og niðurgerð fiskivinnuna. Trýst HER

 

Poul Michelsen vísir á, at Árni Dam var hollur –og ikki sørt avgerandi– í síni ráðgeving, men hvussu kvittaði Jacob Vestergaard honum afturfyri hjálpina?

- Hinvegin kunnu vit staðfesta, at limirnir í felagnum Nótaskipum hava fingið sømdir út um alt mark, hóast teir bæði við alment skipaðum mótmælum og privatum lobbyvirksemi, royndu at forða fyri, at føroyingar skuldu krevja sín rætt, sigur Poul Michelsen

- Uppisjóvarflotin hevur í hesi truplu tilgongd fingið sín ríkiliga part og her kemur tann rotna kenslan aftur, leggur hann afturat.

 

- Samanumtikið kunnu vit frøast um, at tað er eydnast okkum at fáa alt tilfeingið til høldar, og at næstan alt virksemið fer fram í Føroyum. Tað er tó ongin ivi um, at skipini í felagnum Nótaskipum hava fingið órímiliga stóran part av býtinum, og at tey væl kundu klárað seg við nógv minni, meðan onnur føroysk skip kundu sloppið framat.

 

- Eg veit, at vit høvdu haft eina munandi meira fjøltáttaða og lønandi vinnu, varð tilfeingið lutað øðrum eisini. Bara ein kapping kann prógva, um tey, sum í dag eiga alt, duga so væl.

Formaðurin í Framsókn heldur, at ræðast tey kappingina, er okkurt galið.

- Tað er sjálvsagt lagaligari at fáa tillutaðan sín ríkiliga part frá tí almenna, men um tað er gagnligt fyri samfelagið, ivist eg í.

 

- Lat okkum fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu, sum er grundað á frælslynt virði við marknaðarkreftunum sum alin at máta dugnaskap og áræði við.

- Vilja tey, sum í dag eiga øll rættindini, og sum í dystinum longu hava skorað nøkur mál niðurfyri, ikki spæla við, hava vit helst onnur, sum fegin vilja bjóða av, sigur Poul Michelsen.