Jacob Vestergaard: Hetta er byrjanin til endan

– Tá illoyalitetur er í eini samgongu, so er tað byrjanin til endan

Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú málið um sammøður varð samtykt í Løgtinginum, sjálvt um Fólkaflokkurin ofraði tey landsstýrisfólk fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum.

 

Tað er týðuligt, at stór ósemja er innanhýsis í Fólkaflokkinum, eftir at tað ikki eydnaðist flokkinum at halda saman í málinum um sammøður. Av tí at Heðin Zachariassen fór í farloyvi, so slapp Annika Olsen kortini í tingið í dag sum varfólk hjá honum, at atkvøða ímóti málinum.

 

Hevði Jørgen Niclasen eisini farið úr landsstýrinum, so hevði Annika Olsen ikki komið á ting fyri Heðin Zachariassen, tí so hevði hann eisini verið koyrdur úr tinginum í dag.

 

Men sum skilst vóru tað onnur fólk í Fólkaflokkinum, sum so høvdu gjørt sum Heðin Zachariassen.

 

Spurdur, hví hann ikki eisini legði frá sær sigur Jørgen Niclasen, at tað var fyri at hava eitt link eftir til samgonguna, at flokkurin valdi at hava ein landsstýrismann eftir.

 

Tað skiltist týðuliga á bæði Jacob Vestergaard og Jákupi Mikkelsen, at teir eru sera misnøgdir við tað, sum er farið fram, og at tað ikki eydnaðist formanninum at halda saman upp á flokkin.