Jacob Vestergaard fær høgg frá floksfelaga

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum trumlar sítt egna ígjøgnum, uttan at hugsa um onnur.

Tað staðfestir floksfelagi hansara, Jákup Mikkelsen, sum eisini er formaður Fólkafloksins á tingi.

Hann sigur, at Jacob Vestergaard hevur ikki undirtøku í Fólkaflokkinum fyri at geva lemmatrolarum og línuskipum kvotuna á Flemish Cap.

- Hann hevur brotið fleiri prinsip í hesum máli og síðani hevur hann drálað og forhálað málið, og tað er ógvuliga harmiligt.

Jacob Mikkelsen ivast ikki í, at línuskipini og flakatrolararnir eiga søguligu rættindini á Flemisc Cap, men tað hevði eisini borið til at givið partrolarunum ein part.

- Men hann hevur bara trumlað sítt ígjøgnum og tað er ógvuliga harmiligt, legði formaður Fólkafloksins á tingi afturat.

Hann sigur, at hendan støðan vísir, at tað verður neyðugt at gera eina nýggja skipan, tí tað ber ikki til, at ein landsstýrismaður skal hava heimild at bjóða so stór virði út einsamallur.

Høgni Hoydal, sum hevur reist spurningin á tingi í dag, sigur, at tað, sum fer fram í løtuni, er vitloysi.

- Tað ber ikki til, at vinnan skal liggja á knøunum fyri einum ávísum landsstýrismanni fyri at sleppa at fiska.

Helgi Abrahamsen og Alfreid Olsen tingmenn fyri Sambandsflokkin, eru ikki ósamdir.

Hann heldur, at tað ber ikki til at hava eina skipan, har illgruni til verða reistur ímóti einum landsstýrismanni.

Tí heldur hann, at tað verður neyðugt, at fiskirættindi verða útlutað eftir eini fastari skipan.

Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur skyldu at hyggja at heildini og tá ið man sær, hvussu illa heimaflotin er fyri, heldur hann, at hann hevur skyldu til at taka atlit at teimum.

Hann heldur, at illgitingarnar frá Tjóðveldi hava bara til endamáls at spjaða.