Jacob Vestergaard er koyrdur

- Politiskt kann eg ikki liva við, at ein landsstýrismaður leggur seg út í detailstýringina av einum landsstovni og hvussu stjórin skal reka stovnin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. - RÁS 2 HEVUR EYKA TÍÐINDASENDING UM MÁLIÐ KL 14:00

Løgmaður hevur í dag gjørt av at loysa Jacob Vestergaard úr embætinum sum landsstýrismaður í Innlendismálum.

- Avgerðin er grundað á málið um setanina av skiparum á strandfaraskipum landsins, har landsstýrismaðurin er farin út um sømiligar politiskar karmar í síni handfaring av málinum, sigur løgmaður í síni fráboðan.

- Politiskt kann eg ikki liva við, at ein landsstýrismaður leggur seg út í detailstýringina av einum landsstovni og hvussu stjórin skal reka stovnin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Fyribils verða Innlendismál røkt av landsstýrismanninum í vinnumálum.