Jacob Vestergaard á almennari vitjan í ES

Á middegi í dag byrjar Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sína almennu vitjan í ES. Vitjanin fer fram í grikska høvuðsstaðnum Athen, har Maria Damanaki, evropanevndarlimur í fiskivinnumálum, tekur ímóti sum vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini fara ráðharrarnir báðir á fundi fríggjamorgunin at viðgera framtíðar umsitingina av uppsjóvar fiskasløgum í Norðuratlantshavi, nevniliga, norðhavssild, svartkjafti og makreli.

Harumframt verða fornsøgulig støð vitja eitt nú Akropolis.

Fríggjakvøldið verður Maria Damanaki, evropanevndarlimur, vertur fyri einum døgurða í kenda grikska havnarbýinum Piraeus.

Vitjanin endar á middegi leygardagin.