Coca-Cola finala
Í Neistanum hevur tað mesta gingið sína vanligu gongd, hóast prátið í vikuni sjálvandi hevur snarað um steypafinaluna, sum verður leygardagin.
- Venjingin hevur verið tann vanliga. Vit hava verið í høllini tríggjar ferðir hesa vikuna, so tað er einki nýtt í tí, sigur liðskiparin, Jacob Jónsson.
Tað skerst tó ikki burtur, at tað kortini er dysturin leygardagin, sum hevur malið í tonkunum á leikarunum, og liðskiparin viðgongur eisini, at so er.
- Sjálvandi hava vit hugsað nógv um StÍF. Teir hava verið sera væl koyrandi seinastu dystirnar, um sæð verður burtur frá dystinum móti VÍF um vikuskiftið, og tá vóru teir eisini rættiliga skerdir, tí Costin Dumitrescu ikki var við.
Sprdur, um tað kanska kann vera eitt vápn hjá Neistanum at taka leikandi StÍF-venjaran úr spælinum, sigur Jacob, at tað sjálvandi er ein møguleiki.
- Talan er fyrst og fremst um tvey lið, sum skulu dystast, og StÍF eigur nógvar og góðar leikarar. Tað skerst tó ikki burtur, at Costin er ein týdningarmikil partur av liðnum. Hann er helst besti leikarin á liðnum, og eg haldi so eisini, at hann er millum teir allar bestu í landinum. Tí kann tað sjálvandi koma upp á tal, men tað eru tvey lið, sum skulu avgera dystin.
Ferð skal á
Tá tosið fellur inn á, um Jacob hevur nakrar vónir til steypafinaluna, ivast liðskiparin ikki í, at talan kann gerast um ein dyst av teimum heilt góðu.
- Talan er um tvey lið, sum kunnu spæla skjótan og góðan hondbólt, og hava báðir partar ein góðan dag, ivist eg ikki í, at talan verður um ein sera góðan dyst.
- Tað er tó neyðugt hjá okkum, at vit fáa ferðina nóg høgt upp. Síðani jólasteðgin hevur tað at kalla bert verið nóg gott í ein hálvleik móti H71, men leygardagin skulu vit so hava hana upp. Tað eru vit snøgt sagt noyddir til, um vit ætla okkum at fáa hendur á steypinum, eru avgjørdu orðini.
- Eg rokni so avgjørt ikki við, at nakar av okkara leikarum metir, at vit eru favorittar, tí tað eru vit ikki. Strandingar hava eitt sera gott lið, ið sum sagt er væl koyrandi, so vit skulu spæla upp til okkara besta, um vit skulu vinna dystin, sigur liðskiparin hjá Neistanum, áðrenn hann leggur aftur:
- Eg havi bert eina ferð áður verið í steypafinaluni Tað var við Kyndli, og vunnu vit tá á Neistanum. Hesa ferð vil eg so sleppa at vinna steypið við Neistanum.